Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

59. fundur 

 

Ár 2019, týsdagin, 12. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Annita á Fríðriksmørk og Magni Laksáfoss og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Hanna Jensen og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 130/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 131/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 144/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar § 12 í lóg nr. 1520 af 18/12/2018, lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), lov om kapitalmarkeder og forskellige andre love (Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya kunnu heinta upplýsingar frá føroyskum bankum)

Tingmálini nr. 130, 131 og 144 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

Fundur niðurlagdur kl. 11.47
Fundur uppafturtikin kl. 13.00

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 110/2018: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 111/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna v.m.)

6.       Atkvøðugreiðsla um at beina tingmálini nr. 110/2018: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna og nr. 111/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna v.m.) í eina § 25 nevnd 

Samtykt 25-0-1

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 107/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri lógartøkniligar broytingar)

Málið beint í Vinnunevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 105/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019-3

Málið beint í Fíggjarnevndina

9.       1. viðgerð a tingmáli nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at betra um fortreytirnar hjá ungum at sleppa til skips
Málið verður beint í Vinnunevndina

10.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at  Jenis av Rana, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál nr. 170/2018: Uppskot til samtyktar um at seta donsku royndarskipanina við cannabisheilivági í gildi í Føroyum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 13. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Reglur um sjóuppmerking o.a.)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 123/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum sjórættur)
Tingmálini nr. 113, 114 og 123/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Uttanlandsnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 137/2018: Løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 138/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Avtøka av friðingarnevndum o.a.)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 139/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd (Heimild at leggja kærumyndugleikan til ávísa kærunevnd)

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 140/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum (Kærumyndugleikin sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini, umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini lagdur til Kærunevndina í lendismálum, sum skiftir navn til Kærunevndin í náttúru-, umhvørvis- og lendismálum)
Tingmálini nr. 137, 138, 139 og 140/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina

8.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.55

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen