Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

64. fundur 

Ár 2019, mikudagin, 20. mars, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Kristianna Winther Poulsen, løgtingsmaður var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       Munnligir spurningar

2.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-10/2018 til Poul Michelsen, landsstýrismann, frá Helga Abrahamsen, løgtingmanni viðvíkjandi Føroyar sum royndarland fyri 5G net

Málið avgreitt

3.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 107/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
(Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri lógartøkniligar broytingar)

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 21. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 130/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 131/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 144/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar § 12 í lóg nr. 1520 af 18/12/2018, lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), lov om kapitalmarkeder og forskellige andre love (Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya kunnu heinta upplýsingar frá føroyskum bankum)

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Leingja freist til 31. desember í 2020)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild til at útvega uttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikhús
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 125/2018: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald
Málið verður beint í Vinnunevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)
Málið verður beint í Vinnurnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 128/2018: Uppskot til løgtingslóg um kóp (Kópalógin)
Málið verður beint í Vinnunevndina

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og ..)

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 150/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (morgunsangur)
Tingmálini nr. 117 og 150/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Mentanarnevndina

11.    1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

12.    1. viðgerð av tingmáli nr. 141/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

13.    1. viðgerð av tingmáli nr. 149/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja ítróttaháskúla í Suðuroy
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

14.    Framløga

Fundur lokin kl. 15.10

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari