Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

67. fundur 

 

Ár 2019, mikudagin, 27. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Poul Michelsen, Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       Hanna Jensen, landsstýrismaður í skúlamálum leggur fram frágreiðing F-7/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil.

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri lógartøkniligar broytingar)

Uppskotið samtykt 17-0-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan

Málið beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 141/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 149/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja ítróttaháskúla í Suðuroy

Tingmálini nr. 141 og 149/2019 vóru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 169/2018: Uppskot til samtyktar um at taka av føroysku fólkatingssessirnar

Málið beint í Rættarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 172/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar)

Málið beint í Fíggjarnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 170/2018: Uppskot til samtyktar um at seta donsku royndarskipanina við cannabisheilivági í gildi í Føroyum

Málið beint í Trivnaðarnevndina

9.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
146/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) (Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar) og nr. 147/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Skráseting av veruligum eigarum o.a
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betra brotpensjón, frítøka, gjøld og panting)
at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 69/2018: Uppskot til løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 28. mars 2019, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 154/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)
Málið verður Vinnunevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 164/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Lækkan av veiðigjaldi)
Málið verður beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 166/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Longd á skúlaskeiðum)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 167/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Endurrindan av løn undir skúlagongd)
Tingmálini nr. 166 og 167/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í Mentanarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 165/2018: Uppskot til samtyktar um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini til upphiting av sethúsum
Málið verður beint í Rættarnevndina

6.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 20.25

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari