Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

68. fundur 

 

Ár 2019, hósdagin, 28. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Bárður á Steig Nielsen og Bjarni Kárason Petersen og landsstýrismenninir Poul Michelsen og Eyðgunn Samuelsen og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 154/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)

Málið varð beint í Vinnunevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 164/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Lækkan av veiðigjaldi)

Málið varð beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 166/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Longd á skúlaskeiðum)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 167/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Endurrindan av løn undir skúlagongd)

Tingmálini nr. 166 og 167/2019 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Mentanarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 165/2018: Uppskot til samtyktar um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini til upphiting av sethúsum

Málið varð beint í Rættarnevndina
 

Fundur niðurlagdur kl. 19.25
Fundur uppafturtikin 29. mars, kl. 9.35

6.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Kristina Háfoss, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 174/2018:
Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020
at Uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
94/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2018 og nr. 106/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi fyri Føroyar fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretlands og Norðurírlands

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 1. apríl 2019, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.       Aðalorðaskifti um tingmál nr. F-7/2018: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

2.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 9.38

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari