Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
BI/sm

 

69. fundur 

 

Ár 2019, mánadagin, 1. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jákup Mikkelsen og Bjarni Kárason Petersen og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Poul Michelsen og Kristina Háfoss og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Kaj Leo Holm Johannesen, dagfest 29. mars 2019 har biðið verður um farloyvi frá 1. apríl til og við 7. apríl, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Sambandsfloksins er Helgi Abrahamsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Helgi Abrahamsen tekur sæti á tingi.

Skriv frá Rigmor Dam, dagfest 1. apríl 2019 har biðið verður um farloyvi frá 1. apríl, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Sjúrður Skaale ið, er næstur á lista Javnaðarfloksins hevur boðað frá, at hann ikki kann taka sæti á tingi.
Næsti á listanum er Djóni Nolsøe Joensen, ið áður hevur havt sæti á tingi
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Djóni Nolsøe Joensen tekur sæti á tingi.
 

Til viðgerðar:

1.       Aðalorðaskifti um tingmál nr. F-7/2018: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 2. apríl 2019, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:

1.       Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum leggur fram frágreiðing F-6/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um eigarapolitikk landsins

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri lógartøkniligar broytingar)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 174/2018: Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020

4.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 16.15

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari