Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/ód

 

70. fundur 

 

Ár 2019, týsdagin, 2. apríl, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum legði fram frágreiðing nr. F-6/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um eigarapolitikk landsins

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri lógartøkniligar broytingar)

Uppskot frá Jenisi av Rana um at beina málið aftur i nevnd fall 10-0-20
Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 22-0-8

Fundurin niðurlagdur kl. 12.11
Fundurin uppafturtikin kl. 13.00

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 174/2018: Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020

Málið varð beint í Fíggjarnevndina.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 3. apríl 2019, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:

 

1.     Ófráboðaðir spurningar

2.     2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2018: Uppskot til løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving 

3.     2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betra brotpensjón, frítøka, gjøld og panting)

4.     2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2018

5.     2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi fyri Føroyar fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretlands og Norðurírlands

6.     2. viðgerð av tingmáli nr. 146/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og ll.. (Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar)

7.     2. viðgerð av tingmáli nr. 147/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Skráseting av veruligum eigarum o.a.)

8.     Framløga

 

 

 

 

Fundur lokin kl. 18.45

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari