Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/ód

 

72. fundur 

 

Ár 2019, hósdagin, 4. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.


Jacob Vestergaard løgtingsmaður og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Hanna Jensen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.     Aðalorðaskifti sambært § 51, stk. 4 í Tingskipanini nr. F-6/2018: Frágreiðing um eigarapolitikk landsins

Málið avgreitt

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 9. apríl 2019, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 69//2018: Uppskot til løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betrað brøkpensjón, frítøka, gjøld og panting)

3.     3. viðgerð av tingmáli nr. 146/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) (Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar)

4.     3. viðgerð av tingmáli nr. 147/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Skráseting av veruligum eigarum o.a.)

5.     2. viðgerð av tingmáli nr. 158/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin Oyndarfjørður-Hellurnar.

6.     2. viðgerð av tingmáli nr. 159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019
Tingmálini 158 og159/2018 verða viðgjørd undir einum

7.     2. viðgerð av tingmáli nr. 161/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin til Funningsfjørð

8.     2. viðgerð av tingmáli nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2
Tingmálini 161 og 161/2018 verða viðgjørd undir einum

9.     1. viðgerð av tingmáli nr. 173/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki og úrgildisseting av løgtingslóg um at dagføra ognina Eirargarður 14/16

10.  Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.48

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari