Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
BI/sm

 

74. fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 24. apríl, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Hanna Jensen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.        Munnligir spurningar

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 175/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

3.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 85/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringer af lov om dansk indfødsret (Dupultan ríkisborgararætt o.a.) og at kunngera § 30 í lov nr. 542 frá 24. juni 2005 og § 6 í lov nr. 647 frá 12. juni 2013, nr. 98/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum, harav onnur er markað til pápan
), nr. 108/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a., brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a., følsk frágreiðing og følsk ákæra, brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan), nr. 112/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Loyvisviðurskifti, miðsavnan, søla, netvirksemi og ravmagnsmarknaður) og nr. 121/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Útbjóðingin av rakstrinum broytt frá 5 til 7 ár)
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar) og nr. 155/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Flyta kvotur yvir um ár)
at Mentannarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 117/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og ..)


Tikið av skrá
Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í Tingskipanani í løgtingsmáli nr. 112/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Loyvisviðurskifti, miðsavnan, søla, netvirksemi og ravmagnsmarknaður).
Tikið av skrá, tí álit varð lagt fram.


Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 29. apríl 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í Tingskipanani í løgtingsmáli nr. 33/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at byggja fótbóltshallir

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 151/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) og løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Strika toll á EL-bilum og ljóðbøkur gerast MVG-fríar)

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 119/2019: Uppskot til løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 172/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar)

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven (Bemyndigelse til at fastsætte integrationsrelevante krav som betingelse for tidsubegrænset opholdstilladelse på Færøerne, hjemmel til delegation af kompetence til at træffe afgørelse om ophold på Færøerne i første instans til færøske myndigheder og ændring af klageadgang i sådanne sager til Udlændingenævnet)

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Loyvisviðurskifti, miðsavnan, søla, netvirksemi og ravmagnsmarknaður)

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringer af lov om dansk indfødsret (Dupultan ríkisborgararætt o.a.) og at kunngera § 30 í lov nr. 542 frá 24. juni 2005 og § 6 í lov nr. 647 frá 12. juni 2013

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a., brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a., følsk frágreiðing og følsk ákæra, brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan)

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum, harav onnur er markað til pápan)

10.  2. viðgerð av tinmáli nr. 121/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Útbjóðingin av rakstrinum broytt frá 5 til 7 ár)

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 117/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og ..)

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2018: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra vegir og tunlar
Tingmálini nr. 95 og 96/2018 verða viðgjørd undir einum

15.  2. viðgerð av tingmáli nr. 155/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Flyta kvotur yvir um ár)

16.  Framløga



Fundur lokin kl. 14.55

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari