Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

77. fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 1. mai, kl. 21.20, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Kristin Michelsen og Magni Laksáfoss og landsstýrismenninir Kristina Háfoss og Heðin Mortensen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av skipum (Góðkenning av millumtjóðasáttmála ILO 188 – Work in Fishing Convention)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-5
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 100/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin) (Ikki vinnulig útleiga víðkað, Almannaverkið heimild at gera avtalur við útleigarar um ávísingarrætt, leigunevndin heimild at seta til viks greitt órímiliga leigu o.a.)

Broytingaruppskot frá Jørgeni Niclasen, Bill Justinussen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvani Skorheim, Kaj Leo Holm Johannesen og Bárði á Steig Nielsen fall 14-0-15
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-13
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 101/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-11
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 124/2018: Uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0
Málið avgreitt

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 133/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað familjuískoyti til familjur við serliga lágum inntøkum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-6
Málið avgreitt

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 178/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019-3

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 3. mai 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 132/2018: Uppskot til løgtingslóg um Virkisskrá

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 160/2018: Uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika
Tingmálini nr. 132 og 160/2018 verða viðgjørd undir einum

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 170/2018: Uppskot til samtyktar um at seta donsku royndarskipanina við cannabisheilivági í gildi í Føroyum

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2018: Uppskot til samtyktar um menningarætlan fyri endurmenning (rehabilitering) í Føroyum

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 154/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2

9.       2.viðgerð av tingmáli nr. 165/2018: Uppskot til samtyktar um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini til upphiting av sethúsum

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp

11.    Framløga



Fundur lokin kl. 22.50

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari