Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

6. fundur 

Ár 2019, leygardagin 14. september, kl. 10.00 komu saman í tinghúsinum tey, sum hava fingið valbræv frá valnevndini.

Eftir § 2 í tingskipanini tók ellisformaðurin, Poul Michelsen, sæti í for­mans­sessinum sum fyribilsformaður.

Til viðgerðar:

1.     Góðkenning av valbrøvum og valúrsliti

Ellisformaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Henrik Old, Helga Abrahamsen, Bjørt Samuelsen og Bill Justinussen um at kanna valbrøvini hjá teimum, sum vald eru.

 

Fundur niðurlagdur kl. 10.06

Fundur uppafturtikin kl. 10.28


Jákup Mikkelsen mælti til, vegna seg sjálvan, Henrik Old, Helga Abrahamsen, Bjørt Samuelsen og Bill Justinussen, at góðkenna valúrslitið og hesi valbrøv:

Fyri Fólkaflokkin:
Beinir Johannesen
Jacob Vestergaard
Jørgen Niclasen
Jógvan á Lakjuni
Christian Andreasen

Jákup Mikkelsen
Uni Rasmussen
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

      Fyri Javnaðarflokkin:
Aksel Vilhelmsson Johannesen
Ingilín Didriksen Strøm
Henrik Old
Heðin Mortensen
Djóni Nolsøe Joensen
Jóhannis Joensen
Bjarni Hammer

Fyri Sambandsflokkin:
Bárður á Steig Nielsen
Magnus Rasmussen
Helgi Abrahamsen
Kaj Leo Holm Johannesen
Frimodt Rasmussen
Rósa Sameulsen
Johan Dahl

Fyri Tjóðveldisflokkin:
Høgni Hoydal
Sirið Stenberg
Bjørt Samuelsen
Kristina Háfoss
Beinta Løve Jacobsen
Hervør Pállsdóttir

Fyri Miðflokkin:
Jenis av Rana
Bill Justinussen

Fyri Framsókn:
Bjarni Kárason Petersen
Poul Michelsen

Fyri Sjálvstýri:
Kristin Michelsen

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

 

2.     Váttan eftir § 8 í stýrisskipanarlógini

Hvør tinglimur gav við trú og heiður skrivliga váttan um, hvørji álitis­størv, sum nevnd eru í Stýrisskipanarlógini § 8, hann hevur, og at hann játtar, at hann leggur nú hesi álitisstørv frá sær.

Ellisformaðurin lýsti nú Løgtingið at vera sett.


Farloyvi:
Skriv frá Johan Dahl, dagfest 11. september 2019 har biðið verður um farloyvi frá 14. til 20. september 2019, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins tekur sæti.

Formaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Henrik Old, Bjørt Samuelsen, Helga Abrahamsen og Bill Justinussen, um at kanna, hvør er næstur á lista Sambandsfloksins

Fundur niðurlagdur kl. 10.43
Fundur uppafturtikin kl. 10.48

Jákup Mikkelsen mælti vegna seg sjálvan og Henrik Old, Bjørt Samuelsen, Helga Abrahamsen og Bill Justinussen, at næsti á lista Sambandsfloksins er Jaspur Langgaard.

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Jaspur Langgaard tekur sæti á tingi.


3.     Val av løgtingsformanni og tilnevning av trimum næstformonnum

Bárður á Steig Nielsen mælti til at velja Jógvan á Lakjuni til løgtingsformann. 

Jógvan á Lakjuni varð valdur við 20-13 atkvøðum, og tók nú formans­sætið.

Hesir vórðu tilnevndir næstformenn:
1. næstformaður: Johan Dahl

2. næstformaður: Heðin Mortensen
3. næstformaður: Bjørt Samuelsen

Av tí, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava 7 tingmenn hvør, varð 1. næstformaður valdur við lutakasti millum Heðin Mortensen og Johan Dahl.

4.     Framløga av uppskoti til løgmans

Formaðurin mælti til eftir § 46 í Tingskipanini at velja Bárð á Steig Nielsen til løgmann.

Samtykt 18-10-5

Nývaldi løgmaður tók orðið sbrt. Tingskipanini § 51, stk. 3 og boðaði frá, at hann mánadagin 16. september 2019 fór at tilnevna hesar landsstýrismenn.

Jørgen Niclasen, varaløgmann og landsstýrismann í fíggjarmálum
Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum
Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum

Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnu- og umhvørvismálum

Farloyvi:
Skriv frá Bárði á Steig Nielsen, dagfest 14. september 2019, um farloyvi sambært § 32, stk. 1 í Stýrisskipanarlógini.

Skriv frá Bill Justinussen, dagfest 11. september 2019, um farloyvi í samband við ST aðalfund, sambært § 62 stk. 2 í Tingskipanini.

Formaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Helga Abrahamsen, Henrik Old, Bjørt Sameulsen og Bjarna Kárason Petersen um at kanna, hvørji eru næst vald.

Fundur niðurlagdur kl. 11.10

Fundur uppafturtikin kl. 11.14


Jákup Mikkelsen mælti til vegna seg sjálvan, Helga Abrahamsen, Henrik Old, Bjørt Samuelsen og Bjarna Kárason Petersen, at Erhard Joensen er næsti á lista Sambandsfloksins at taka sæti á tingi fyri Bárð á Steig Nielsen.
Og at Steffan Klein Poulsen er næsti á lista Miðflokksins.

Samtykt uttan atkøðugreiðslu, at Erhard Joensen kann taka sæti á tingi fyri Bárð á Steig Nielsen og, at Steffan Klein Poulsen kann taka sæti á tingi fyri Bill Justinussen.



Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður hósdagin 17. september kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

1.     Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini.

2.     Val av umboðum í Norðurlandaráðið.

3.     Val av umboðum í Útnorðurráðið.

4.     Val av løgtingsgrannskoðarum.

5.     Val av 4 limum og 4 varalimum í Lokalnevndina eftir rættargangslógini § 115, stk. 2.

6.     Val av nevningagrundlistanevndum

7.     Tilnevning av tveimum umboðum í eftirlitið við varhaldsfangum eftir rættargangslógini § 779.

8.     Framløga.

 

 

Fundur lokin kl. 11.20

 

 

Jógvan á Lakjuni

 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen

skrivari