Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

10. fundur 

Ár 2019, mánadagin 23. september, kl. 13.15 var tingfundur settur.

Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Kaj Leo Holm Johannesen, Jenis av Rana, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Helgi Abrahamsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Farloyvi:
Skriv frá Jaspuri Langgaard, dagfest 23. september 2019, um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og at næsti á lista Sambandsfloksins tekur sæti

Formaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Henrik Old, Magnus Rasmussen, Bjørt Samuelsen og Bjarna Kárason Petersen, um at kanna, hvør er næst valdur á lista Sambandsfloksins


Fundur niðurlagdur kl. 13.24
Fundur uppafturtikin. kl. 13.26

Jákup Mikkelsen mælti vegna seg sjálvan, Henrik Old, Magnus Rasmussen, Bjørt Samuelsen og Bjarna Kárson Petersen, at næstur á lista Sambandsfloksins er Sámal Hanne Lognberg

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Sámal Hanne Lognberg, tekur sæti á tingi:

 

Til viðgerðar:

1.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 4/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 23. september 2019, kl. 13.00 við hesi dags­skrá:

 

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019

2.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 13.27

 

Jógvan á Lakjuni

 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen

skrivari