Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

20. fundur 

Ár 2019, mánadagin 4. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.


Uni Rasmussen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Kaj Leo Holm Johannesen og Helgi Abrahamsen og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Brandi Sandoy, dagfest 29. oktober 2019, um farloyvi frá 4. – 18. november 2019 í samband við ST aðalfund.
Formaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Henrik Old, Edvu Jacobsen, Bjørt Samuelsen og Bill Justinussen um at kanna hvør er næst valdur á lista Fólkafloksins.

Fundur niðurlagdur kl. 13.42
Fundur uppafturtikin kl. 14.43


Jákup Mikkelsen mælti vegna seg sjálvan, Henrik Old, Edvu Jacobsen, Bjørt Samuelsen og Bill Justinussen a
t næstur á lista Fólkafloksins er Rógvi Egilstoft Nielsen

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Rógvi Egilstoft Nielsen tekur sæti á tingi
.

Til viðgerðar:

 

1.       Framløga


Formaðurin boðaði frá at

at Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður hevur lagt fram tingmál
nr. 29/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019

at landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur lagt fram tingmálini
nr. 9/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland)
nr.10/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lækking av mótrokning)
nr. 11/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)

at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur lagt fram tingmálini
nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)
nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)
nr. 18/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn
nr. 19/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirivirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)
nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)

at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt fram tingmálini
nr. 13/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om rettens pleje (Ny retsplejelov)
nr. 14/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar (Broyttar greinatilvísingar í serlógum)

at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur lagt fram tingmál
nr. 15/2019: Uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)

at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur lagt fram tingmál
nr. 16/2019: Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavinum

at løgtingsmenninir Aksel V. Johannesen, Ingilín Didriksen Strøm, Henrik Old, Heðin Mortensen, Djóni Nolsøe Joensen, Jóhannis Joensen og Bjarni Hammer hava lagt fram tingmálini
nr. 7/2019: Uppskot til løgtingslóg um royndarverkætlan fyri kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni
nr. 36/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum)

at Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss, Sirið Stenberg, Beinta Løwe Jacobsen, Hervør Pállsdóttir og Høgni Hoydal hava lagt fram tingmálini
nr. 8/2019: Uppskot til samtyktar um nútímans skip til allar oyggjaleiðirnar
nr. 26/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild til fígging av bústøðum uttanfyri størru býirnar)

at Kristina Háfoss, løgtingsmaður, hevur vegna Tjóðveldi lagt fram tingmál
nr. 21/2019: Uppskot til løgtingslóg um upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni

at løgtingsmenninir Aksel V. Johannesen, vegna Javnaðarflokkin og Sirið Stenberg, vegna Tjóðveldi, hava lagt fram tingmál
nr. 22/2019: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og
lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð

at løgtingsmenninir Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Beinta Løwe Jacobsen, Kristina Háfoss og Høgni Hoydal hava lagt fram tingmálini
nr. 23/2019: Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk
nr. 31/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-3

at løgtingsmenninir Kristina Háfoss, vegna Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen, vegna Javnaðarflokkin og Ruth Vang, vegna Framsókn, hava lagt fram tingmál
nr. 24/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi)

at løgtingsmenninir Kristina Háfoss, vegna Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen, vegna Javnaðarflokkin, hava lagt fram tingmál nr.
nr. 25/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at útskriva lánsbrøv til at byggja fleiri bústaðir og til at útvega lutaíbúðir)

at løgtingsmenninir Bjørt Samuelsen, vegna Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen, vegna Javnaðarflokkin, hava lagt fram tingmál
nr. 27/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg endurrindan til hitapumpuskipanir og heimild at víðka skipanina til aðrar góðkendar skipanir)

at løgtingsmenninir Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Kristina Háfoss, Beinta Løwe Jacobsen, Høgni Hoydal, Ingilín D. Strøm, Aksel V. Johannesen, Jóhannis Joensen, Heðin Mortensen, Djóni N. Joensen og Bjarni Hammer hava lagt fram tingmál
nr. 28/2019: Løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin)

at Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál
nr. 30/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-2

at løgtingsmenninir Høgni Hoydal, vegna Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen, vegna Javnaðarflokkin, hava lagt fram tingmálini
nr. 32/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)
nr. 33/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Røktarviðbót fellur burtur, tá endurgjald verður veitt fyri mista arbeiðsinntøku til ansaran)
nr. 34/2019: Uppskot til løgtingsl
óg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til vælferðarlóg)
nr. 35/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)
nr. 37/2019: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv ið sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)
nr. 38/2019: Uppskot til løgtingsl
óg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót; ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mikudagin 6. november, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       Ófráboðaðir fyrispurningar

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-2

5.       Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 14.56

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari