Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

21. fundur 

Ár 2019, mikudagin 6. november, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Uni Rasmussen, løgtingsmaður og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Formaðurin bar fram minningarorð um Karl Robert Johansen, fyrrverandi løgtingsmann.

Til viðgerðar:

1.       Ófráboðaðir fyrispurningar

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-2

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður hósdagin 7. november, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2019: Uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)

2.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 14.50

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari