Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

23. fundur 

Ár 2019, Fríggjadagin 8. november, kl. 13.00, varð tingfundur settur.


Uni Rasmussen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard,  Kaj Leo Holm Johannesen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2019: Uppskot til løgtingslóg um upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni

Málið beint í Rættarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2019: Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavinum

Málið beint í Uttanlandsnevndina

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mánadagin 11. november, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at útskriva lánsbrøv til at byggja fleiri bústaðir og til at útvega lutaíbúðir)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild til fígging av bústøðum uttanfyri størru býirnar)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2019: Uppskot til løgtingslóg um royndarverkætlan fyri kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2019: Løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin)
Málið verður beint í Rættarnevndina

6.       Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 16.20

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari