Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

24. fundur 

Ár 2019, mánadagin 11. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Bjarni Hammer, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Kaj Leo Holm Johannesen og Jenis av Rana og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvi:

Formaðurin las skriv frá Kristin Michelsen, dagfest 10. november 2019, um farloyvi frá 11. november 2019, sambært § 63 í Tingskipanini, og at næsti á lista Sjálvstýris tekur sæti.
Jógvan Skorheim, ið er næsti á listanum, boðar í skrivi frá, at hann ikki fær tikið sæti á tingi.
Triði á lista Sjálvstýris er Terje Vestergaard.
Formaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Henrik Old, Edvu Jacobsen, Kristinu Háfoss og Bill Justinussen um at kanna hvør er næst valdur á lista Sjálvstýris.

Fundur niðurlagdur kl. 10.07
 Fundur uppafturtikin kl. 10.12


Jákup Mikkelsen mælti vegna seg sjálvan, Henrik Old, Edvu Jacobsen, Kristinu Háfoss og Bill Justinussen a
t næstur á lista Sjálvstýris er Terje Vestergaard.

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Terje Vestergaard tekur sæti á tingi
.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Hu?sala?nsgrunn (Heimild at u?tskriva la?nsbrøv til at byggja fleiri bústaðir og til at u?tvega lutai?bu?ðir)

Málið beint í Trivnaðarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Hu?sala?nsgrunn (Heimild til fígging av bústøðum uttanfyri størru býirnar)

Málið beint í Trivnaðarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr.24/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi)

Málið beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2019: Uppskot til løgtingslóg um royndarverkætlan fyri kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni

Málið beint í Trivnaðarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2019: Løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin)

Málið beint í Rættarnevndina

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður týsdagin 12. november, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2019: Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-3
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

5.       Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 18.50

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari