Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

25. fundur 

Ár 2019, týsdagin 12. november, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Kaj Leo Holm Johannesen og Jenis av Rana og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2019: Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk

Málið beint í Trivnaðarnevndina

 

Fundur niðurlagdur kl. 12.14
Fundur uppafturtikin kl. 13.33

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)

Málið beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)

Málið beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-3

Málið beint í Fíggjarnevndina

5.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsgrannskoðararnir Uni Rasmussen, Djóni Nolsøe Joensen, Rósa Samuelsen og Beinta Løwe Jacobsen, hava lagt fram tingmál nr. 39/2019: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum.
At løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni, vegna formansskapin, hevur lagt fram løgtingsmál nr. 40/2019: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2018

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mikudagin 13. november, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lækking av mótrokning)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)
Tingmálini nr. 10, 11 og 20/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Trivnaðarnevndina og Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirivirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg endurrindan til hitapumpuskipanir og heimild at víðka skipanina til aðrar góðkendar skipanir)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

7.       Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 18.40

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari