Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

27. fundur 

Ár 2019, hósdagin 14. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Jenis av Rana og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Formaðurin las skriv frá Ruth Vang, dagfest 13. november 2019, um farloyvi frá 14. november 2019, sambært § 63 í Tingskipanini, og at næsti á lista Framsóknar tekur sæti.
Hanna Jensen, ið er næsta á listanum, boðar í skrivi frá, at hon ikki fær tikið sæti á tingi.
Formaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Henrik Old, Edvu Jacobsen, Sirið Stenberg og Bill Justinussen um at kanna, hvør er næst valdur á lista Framsóknar.


Fundur niðurlagdur kl. 10.10
 Fundur uppafturtikin kl. 10.13


Jákup Mikkelsen mælti vegna seg sjálvan, Henrik Old, Edvu Jacobsen, Sirið Stenberg og Bill Justinussen a
t næstur á lista Framsóknar er Karlot Hergeirsson.

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Karlot Hergeirsson tekur sæti á tingi
.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Røktarviðbót fellur burtur, tá endurgjald verður veitt fyri mista arbeiðsinntøku til ansaran)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til vælferðarlóg)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2019: Uppskot til løgtingslo?g um tvingsil og onnur inntriv i? sja?lvsavgerðarrættin (Tvingsilslo?gin)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót; ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)

Tingmálini 32, 33, 34, 35, 37 og 38/2019 vóru viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum)

Málið beint í Mentanarnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2019: Uppskot til samtyktar um nútímans skip til allar oyggjaleiðirnar

Málið beint í Rættarnevndina

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður fríggjadagin 15. november, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.     1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om rettens pleje (Ny retsplejelov)

2.     1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar (Broyttar greinatilvísingar í serlógum)
Tingmálini nr. 13 og 14 verða viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina

3.     1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2019: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð
Málið verður beint Trivnaðarnevndina

4.     Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 17.30

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari