Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

30. fundur 

Ár 2019, mikudagin 27. november, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jaspur Langgaard og Rósa Samuelsen og landsstýrismenninir Kaj Leo Holm Johannesen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Helgi Abrahamsen og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2019: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2019: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2018

Málið varð beint í Rættarnevndina

3.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
18/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn og nr. 29/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 9/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland)

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mikudagin 4. desember, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland)

4.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 13.30

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari