Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

39. fundur 

Ár 2019, týsdagin 17. desember, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir, Kaj Leo Holm Johannesen, Jenis av Rana, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Helgi Abrahamsen og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:


Fundur niðurlagdur kl. 11.18
Fundur uppafturtikin kl. 15.11
Fundur niðurlagdur kl. 15.13
Fundur uppafturtikin kl. 18.07
Fundur niðurlagdur kl. 18.08
Fundur uppafturtikin kl. 23.13

1.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 45/2019:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Broytt minstamark fyri skrásetingarskyldu o.a.), nr. 47/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Heimavirki) og nr. 48/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreistina fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir)
at Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 46/2019: Uppskot til samtyktar um at taka aftur uppsøgn av Hoyvíkssáttmálanum
at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 44/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nýtíðargera Landssjúkrahúsið
at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 49/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Rætting av áseting um mótrokning av familjuískoyti o.a.)
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 15/2019: Uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mikudagin 18. desember, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan (Leingja gildistíðina)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om rettens pleje (Ny retsplejelov)

4.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 23.16

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari