Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

42. fundur 

Ár 2019, fríggjadagin 20. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Kaj Leo Holm Johannesen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Helgi Abrahamsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Ruth Vang, dagfest 19. desember 2019 har biðið verður um farloyvi frá 20. desember, og at næsti á lista Framsóknar tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Framsóknar er Hanna Jensen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Hanna Jensen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 13/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om rettens pleje (Ny retsplejelov)

Uppskot frá Bjarna Hammer, um at beina málið aftur í nevnd fall 13-1-19
Broytingaruppskot nr. 1, fall 13-1-19
Broytingaruppskot nr. 2, fall 14-0-19
Broytingaruppskot nr. 3, fall 14-1-18
Broytingaruppskot nr. 4, fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 5, fall 15-0-18
Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-11
Málið avgreitt

Fundur niðurlagdur kl. 12.13
Fundur uppafturtikin kl. 13.10

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019 og 2020 (Hækking og víðkan av veiðigjaldi)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður leygardagin 21. desember, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2019: Uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)

2.     Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 15.10

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari