Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

44. fundur 

Ár 2019, fríggjadagin 27. desember, kl. 13.00, varð tingfundur settur.

Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Kaj Leo Holm Johannesen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Helgi Abrahamsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Akseli V. Johannesen, 23. desember 2019 har biðið verður um farloyvi frá 27. desember til og við 2. januar 2020, og at næsti á lista Javnaðarfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.

Formaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Henrik Old, Rósu Samuelsen, Sirið Stenberg og Bill Justinussen um at kanna, hvør er næst valdur á lista Javnaðarfloksins


Fundur niðurlagdur kl. 13.08
Fundur uppafturtikin kl. 13.13

Jákup Mikkelsen mælti vegna seg sjálvan, Henrik Old, Rósu Samuelsen, Sirið Stenberg og Bill Justinussen, at næstur á lista Javnaðarfloksins er Eyðgunn Samuelsen.

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eyðgunn Samuelsen tekur sæti á tingi
.

Til viðgerðar:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2019: Uppskot til samtyktar um at taka aftur uppsøgn av Hoyvíkssáttmálanum

Uppskot frá Høgna Hoydal, um at beina málið aftur í nevnd fall 12-0-16
Broytingaruppskot frá minnilutanum í Uttanlandsnevndini fall 12-0-16
Uppskotið samtykt 16-0-13
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019 og 2020 (Hækking og víðkan av veiðigjaldi)

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini samtykt 16-0-13
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-13
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mánadagin 30. desember, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019 og 2020 (Hækking og víðkan av veiðigjaldi)

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020

3.       Framløga

 

 

                                                                                              Fundur lokin kl. 18.06

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari