Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

47. fundur 

Ár 2020, hósdagin 23. januar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Beinta Løve Jacobsen, løgtingsmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-1/2019 til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi útisiglarum og inngjaldi til Heilsutrygd

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

Fundur niðurlagdur kl. 12.11

Fundur uppafturtikin. kl. 13.37

 

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Rætting av áseting um mótrokning av familjuískoyti o.a.)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2019: Uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin)

Málið varð beint í Rættarnevndina

5.       Framløga

Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Ingilín Didriksen Strøm og Jóhannis Joensen hava lagt fram tingmálini nr. 55/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum (Kærumyndugleikin sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini, umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini lagdur til Kærunevndina í lendismálum, sum skiftir navn til Kærunevndin í náttúru-, umhvørvis- og lendismálum), nr. 56/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd (Heimild at leggja kærumyndugleikan til ávísa kærunevnd) og nr. 57/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Avtøka av friðingarnevndum o.a.)
at løgtingsmenninir
Beinta Løwe Jacobsen, Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg
Hervør Pálsdóttir, Kristina Háfoss og Høgni Hoydal, hava lagt fram tingmál nr.
53/2019: Uppskot til samtyktar um at løgtingslóg um innlit í fyrisitingina skal galda fyri almenn partafeløg
at løgtingsmenninir Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang, hava lagt fram tingmál nr.
58/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta útgjald til menn og kvinnur tá umræður lívrentutryggingar

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 6. februar 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

1.         Val av nevningagrundlistanevnd

2.         1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. ( Øll egin uppspard pensjón telja við sum inntøka, útsett pensjón við deyða o.a.)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

3.         1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2019: Uppskot til samtyktar um at banna óneyðugum einnýtisplasti
Málið verður beint í Rættarnevndina

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2019: Uppskot til samtyktar um at løgtingslóg um innlit í fyrisitingina skal galda fyri almenn partafeløg
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.         Framløga

 

 

                                                                                               Fundur lokin kl. 17.03

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari