Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

50. fundur 

Ár 2020, mikudagin 12. februar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-3/2019 til løgmann, Bárð á Steig Nielsen, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi heilsutrygdargjaldi

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       Munnligir spurningar

3.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 39/2019: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 49/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Rætting av áseting um mótrokning av familjuískoyti o.a.) og nr.
54/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. ( Øll egin uppspard pensjón telja við sum inntøka, útsett pensjón við deyða o.a.) og

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 18. februar 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       2. viðgerð av tingsmáli nr. 21/2019: Uppskot til løgtingslóg um upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni

2.       1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 59/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne
Málið verður beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 60/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling (Váttan av faðirskapi)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

4.       1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 61/2019: Uppskot til samtyktar um at føroyska málið skal vera rættarmál burturav
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.       Framløga



 

   Fundur lokin kl. 17.50

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari