Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

53. fundur 

Ár 2020, mikudagin 26. februar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

 

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.       Ófráboðaðir fyrispurningar

2.       Atkvøðugreiðsla um at beina løgtingsmál nr. 62/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti) í eina § 25 nevnd

Uppskotið samtykt 23-1-6

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Rætting av áseting um mótrokning av familjuískoyti o.a.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Øll egin uppspard pensjón telja við sum inntøka, útsett pensjón við deyða o.a.)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Broytt minstamark fyri skrásetingarskyldu o.a.)

Uppskotið samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2019: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum

Uppskotið samtykt 27-1-0
Málið avgreitt

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Pensjónistar varðveita dagpening)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Langtíðarsjúk rætt til at vera í dagpeningaskipanini longur enn 40 vikur)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

9.       Framløga

Formaðurin boðaði frá,
at Aksel V. Johannesen, Ingilín D. Strøm, Henrik Old, Heðin Mortensen, Djóni Nolsø Joensen, Jóhannis Joensen og Bjarni Hammer, løgtingsmenn hava lagt fram tingmál nr. 68/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Javnseta útgjald av lívrentutryggingum til menn og kvinnur),
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 48/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreistina fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir) og
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 60/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling (Váttan av faðirskapi)

Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi
nr. S-4/2019 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi grótkasti, brimverju og innsigling í Skopun,
nr. S-5/2019 til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, viðvíkjandi miðsavnan av sjúkrahúsunum og
nr. S-6/2019 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum, frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi at verja børnini ímóti pornografi á internetinum.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 6. mars 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-4/2019 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi grótkasti, brimverju og innsigling í Skopun

2.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-5/2019 til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, viðvíkjandi miðsavnan av sjúkrahúsunum

3.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-6/2019 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann i umhvørvis- og vinnumálum, frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi at verja børnini ímóti pornografi á internetinum

4.       Val av § 25 nevnd at viðgera tingmál nr. 62/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýris­skipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 45/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Broytt minstamark fyri skrásetingarskyldu o.a.)

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling (Váttan av faðirskapi)

 

7.       Framløga  

 

Fundur lokin kl. 15.53 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari