Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

57. fundur 

Ár 2020, mikudagin 18. mars, kl. 13.45, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum, hevur lagt fram tingmál nr. 123/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sáttarhald, endurgjald til arbeiðsgevara og víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi)
at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur lagt fram tingmál nr. 124/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan)
at Jørgen Nicalsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fram tingmálini nr. 125/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan og nr. 126/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Innlating og gjaldsskái 1. ársfjórðing 2020)

Frávik:
Formaðurin las skriv frá Bill Justinussen, Aksel V. Johannesen, Magnus Rasmussen, Kristin Michelsen, Bjørt Samuelsen og Christian Andreasen  um at víkja frá tíðarfreistini á øllum viðgerðarstigum, í løgtingsmálunum nr. 123/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sáttarhald, endurgjald til arbeiðsgevara og víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi), nr. 124/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan), nr. 125/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan og nr. 126/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Innlating og gjaldsskái 1. ársfjórðing 2020)

Samtykt 19-0-0

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður 18. mars 2020, kl. 14.00 við hesi dagsskrá:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 123/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sáttarhald, endurgjald til arbeiðsgevara og víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 124/2019: Uppskot til løgtingslóg um broytin í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 125/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 126/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Innlating og gjaldsskái 1. ársfjórðing 2020)

5.       Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 13.52

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari