Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

61. fundur 

Ár 2020, mikudagin 18. mars, kl. 16.59, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 123/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, endurgjald til arbeiðsgevara og víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 124/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 125/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan


Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 18-1-0
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 126/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Innlating og gjaldsskái 1. ársfjórðing 2020

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður lýstur á vanligan hátt

 

 

Fundur lokin kl. 17.05

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari