Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

62. fundur 

Ár 2020, leygardagin 4. apríl, kl. 11.06, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 1.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr.
127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu), 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020, nr. 130/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Afturbering av lønarútreiðslum hjá altjóða flogvinnuni)
at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fólkapensjonistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku orsakað av COVID-19) og nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19
at Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19
at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 132/2019: Uppskot til løgtingslóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19, nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum) og nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um
stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

Frávik:

Formaðurin las skriv frá Magnusi Rasmussen, Christiani Andreasen, Sirið Stenberg, Ruth Vang, Kristini Michelsen, og Steffani Klein Poulsen  um at víkja frá tíðarfreistunum á øllum viðgerðarstigum, í løgtingsmálunum nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu), nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020, nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fólkapensjonistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku orsakað av COVID-19), nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19, nr. 132/2019: Uppskot til løgtingslóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19, nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum), nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 og nr. 135/2019: Løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19  

Samtykt 20-0-0

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður leygardagin 4. apríl, kl. 13.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fólkapensjonistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku orsakað av COVID-19)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020
Tingmálini nr. 129, 134, 135 og 128/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Trivnaðarnevndina, Vinnunevndina og Fíggjarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 132/2019: Uppskot til løgtingslóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu)

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19
Tingmálini nr. 133, 132, 127 og 131/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Vinnunevndina, Fíggjarnevndina og Mentanarnevndina

9.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 11.18

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari