Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

64. fundur 

Ár 2020, mánadagin 6. apríl, kl. 14.26, varð tingfundur settur.

 

Fundur niðurlagdur kl. 14.28
Fundur uppafturtikin kl. 16.03
Fundur niðurlagdur kl. 16.04
Fundur uppafturtikin kl. 17.05
Fundur niðurlagdur kl. 17.08
Fundur uppafturtikin kl. 19.25

 

Til viðgerðar:

1.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu) og nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit tingmálunum nr. 132/2019: Uppskot til løgtingslóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19, nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum) og nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um
stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fólkapensjonistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku orsakað av COVID-19) og nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19
at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit tingmáli nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mánadagin 6. apríl, kl. 19.35 við hesi dagsskrá:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fólkapensjonistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku orsakað av COVID-19)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19
Tingmálini nr. 129 og 134/2019 verða viðgjørd undir einum

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 132/2019: Uppskot til løgtingslóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum)

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19
Tingmálini nr. 132, 133 og 135/2019 verða viðgjørd undir einum

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu)

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020
Tingmálini nr. 127 og 128/2019 verða viðgjørd undir einum

9.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 19.30

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari