Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

65. fundur 

Ár 2020, mánadagin 6. apríl, kl. 19.35, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       2. viðgerð av tingáli nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19

Uppskotið samtykt 19-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fólkapensjonistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku orsakað av COVID-19)

Uppskotið samtykt 19-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19

Broytingaruppskot frá  samdari Trivnaðarnevnd samtykt 19-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 129 og nr. 134/2019 vórðu viðgjørd undir einum

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 132/2019: Uppskot til løgtingslóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19

Broytingaruppskot frá samdari Trivnaðarnevnd samtykt 19-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum)

Uppskotið samtykt 19-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

Broytingaruppskot frá samdari Vinnunevnd samtykt 19-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 132, 133 og 135/2019 vórðu viðgjørd undir einum

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu)

Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 19-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt

Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020

Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 19-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-0

Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 127 og 128/2019 vóru viðgjørd undir einum

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mánadagin 6. apríl, kl. 21.50 við hesi dagsskrá:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fólkapensjonistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku orsakað av COVID-19)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 132/2019: Uppskot til løgtingslóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum)

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu)

8.       3. viðgerð av tingmáli nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020

9.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 21.42

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari