Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

67. fundur 

Ár 2020, týsdagin 21. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2019: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)

Tingmálini nr. 79, 80, 81, 82 og 83/2019 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (Heilivágsskráin, undantikin kunngering í Kunngerðablaðnum og danski tvíteksturin strikaður)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2019: Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar við serkunnleika á dagstovnaøkinum og við serkunnleika í sernámsfrøði

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2019: Uppskot til samtyktar um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, mikudagin 22. apríl 2020, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
Málið verður beint í Vinnunevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2019: Uppskot til samtyktar um at tryggja, at negativ renta ikki kann leggjast á lønarkontur og pensjónskontur
Málið verður beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 101/2019: Uppskot til samtyktar um at fremja lóggávu, ið forðar fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum.
Málið verður beint í Vinnunevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum
Málið verður beint í Vinnunevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2019: Uppskot til samtyktar um menning av føroyskari filmsvinnu
Málið verður beint í Vinnunevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2019: Uppskot til samtyktar um frágreiðing um ætlaðu royndirnar og útlitini fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi
Málið verður beint í Vinnunevndina

7.       Framløga

 



Fundur lokin kl. 14.35

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari