Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

68. fundur 

Ár 2020, mikudagin 22. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

Málið varð beint í Vinnunevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2019: Uppskot til samtyktar um at tryggja, at negativ renta ikki kann leggjast á lønarkontur og pensjónskontur

Málið varð beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 101/2019: Uppskot til samtyktar um at fremja lóggávu, ið forðar fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum.

Málið varð beint í Vinnunevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum

Málið varð beint í Vinnunevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2019: Uppskot til samtyktar um menning av føroyskari filmsvinnu

Málið varð beint í Vinnunevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2019: Uppskot til samtyktar um frágreiðing um ætlaðu royndirnar og útlitini fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi

Málið varð beint í Vinnunevndina

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, hósdagin 23. apríl 2020, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Loyva peningastovnum at velja millum ymiskar undirskriftarloysnir
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (Rætting viðvíkjandi eftirløn uttanfyri Eftirlønarlógina, strikað prísjavning av upphæddum og ymiskar nágreiningar)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-2
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-3
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 130/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Afturbering av lønarútreiðslum hjá altjóða flogvinnuni)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2019: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra KT-Skipanina hjá Apoteksverkinum
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

9.       Framløga

 

Fundur lokin kl.  17.05

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari