Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

81. fundur 

Ár 2020, mikudagin 20. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-7/2019 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi kostnaði og mistum størvum í Føroyum av at peningastovnarnir fingu loyvi at flyta netbanka og peningaupplýsingarnar hjá føroyingum av landinum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       Munnligir spurningar

3.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 101/2019: Uppskot til samtyktar um at fremja lóggávu, ið forðar fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 53/2019: Uppskot til samtyktar um at løgtingslóg um innlit í fyrisitingina skal galda fyri almenn partafeløg og nr.
99/2019: Uppskot til samtyktar um at dagføra lóg um starvsmenn

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, týsdagin 26. mai 2020, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Heimavirki)

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreistina fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar (Broyttar greinatilvísingar í serlógum)

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (Rætting viðvíkjandi eftirløn uttanfyri Eftirlønarlógina, strikað prísjavning av upphæddum og ymiskar nágreiningar)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af forvaltningsloven m.v.

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2019: Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúla (Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar)

9.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.05

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari