Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabókin

« Aftur

 

 

BI/sm

 

84. fundur                                                    

Ár 2020, hósdagin 28. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla við 2. viðgerð í løgtingsmáli nr. 108/2019: Uppskot til samtyktar um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum

Uppskotið fall 13-1-15
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 96/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (Rætting viðvíkjandi eftirløn uttanfyri Eftirlønarlógina, strikað prísjavning av upphæddum og ymiskar nágreiningar)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af forvaltningsloven m.v.

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-2-5
Málið avgreitt

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2019: Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúla (Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 15-0-13
Málið avgreitt

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 101/2019: Uppskot til samtyktar um at fremja lóggávu, ið forðar fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum.

Broytingaruppskot frá Bjarna Kárason Petersen fall 2-0-24
Uppskotið fall 10-0-16
Málið avgreitt

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2019: Uppskot til samtyktar um at løgtingslóg um innlit í fyrisitingina skal galda fyri almenn partafeløg

Uppskotið fall 10-0-16
Málið avgreitt

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2019: Uppskot til samtyktar um at tryggja, at negativ renta ikki kann leggjast á lønarkontur og pensjónskontur

Uppskotið fall 9-0-14
Málið avgreitt

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2019: Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar við serkunnleika á dagstovnaøkinum og við serkunnleika í sernámsfrøði

Uppskotið fall 11-0-13
Málið avgreitt

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2019: Uppskot til samtyktar um at dagføra lóg um starvsmenn

Uppskotið fall 10-0-12
Málið avgreitt

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 119/2019: Uppskot til samtyktar um fjarstørv kring landið

Uppskotið fall 10-0-12
Málið avgreitt

13.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
74/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven) og nr. 75/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven)
at Fíggjarnevndina hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 72/2019: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra KT-Skipanina hjá Apoteksverkinum, nr. 93/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Loyva peningastovnum at velja millum ymiskar undirskriftarloysnir og nr.
138/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 118/2019: Uppskot til samtyktar um frágreiðing um ætlaðu royndirnar og útlitini fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, týsdagin 2. juni 2020, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 122/2019: Uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2019: Uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2019: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2019: Uppskot til samtyktar um at føroyska málið skal vera rættarmál burturav

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2019: Uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum

9.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 20.50

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari