Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

85. fundur                                                    

Ár 2020, týsdagin 2. juni, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 72/2019: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra KT-Skipanina hjá Apoteksverkinum

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2019: Uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin)

Uppskot frá Kristinu Háfoss, um at beina málið aftur í nevnd fall 7-0-20
Broytingaruppskot frá Tjóðveldi fall 7-4-16
Broytingaruppskot frá minnilutanum fall 13-0-14
Broytingaruppskot frá meirilutanum samtykt 27-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-7
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)

Uppskotið samtykt 17-3-6
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven)

Uppskotið samtykt 13-3-5
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 138/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)

Uppskotið samtykt 21-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Loyva peningastovnum at velja millum ymiskar undirskriftarloysnir

Uppskotið samtykt 13-1-10
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2019: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Mentanarnevndini fall 10-0-11
Uppskotið samtykt 17-3-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 117/2019: Uppskot til samtyktar um menning av føroyskari filmsvinnu og nr.
120/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Heimild at loyva ávísum matstovum og fyritøkum at innflyta borðvín og heimild til bryggjarí at selja beinleiðis til proviantering og tollfríar sølubúðir)
at § 25 nevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
62/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýris­skipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)

Formaðurin setti næsta fund at verða, mikudagin 3. juni 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2019: Uppskot til samtyktar um at føroyska málið skal vera rættarmál burturav

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2019: Uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 118/2019: Uppskot til samtyktar um frágreiðing um ætlaðu royndirnar og útlitini fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi

6.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.32

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari