Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

86. fundur                                                    

Ár 2020, mikudagin 3. juni, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2019: Uppskot til samtyktar um at føroyska málið skal vera rættarmál burturav

Uppskotið fall 14-0-17
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum

Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 32-0-0
Málið avgreitt

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2019: Uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum

Uppskotið fall 13-0-13
Málið avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

Uppskotið fall 10-0-13
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

Uppskotið fall 10-0-13
Málið avgreitt

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 118/2019: Uppskot til samtyktar um frágreiðing um ætlaðu royndirnar og útlitini fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi

Uppskotið samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

Formaðurin setti næsta fund at verða, hósdagin 4. juni 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 72/2019: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra KT-Skipanina hjá Apoteksverkinum

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2019: Uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 74/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven)

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 138/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 93/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Loyva peningastovnum at velja millum ymiskar undirskriftarloysnir

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 90/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til gransking, menning og nýskipan

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 122/2019: Uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 117/2019: Uppskot til samtyktar um menning av føroyskari filmsvinnu

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 120/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Heimild at loyva ávísum matstovum og fyritøkum at innflyta borðvín og heimild til bryggjarí at selja beinleiðis til proviantering og tollfríar sølubúðir)

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýris­skipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)

12.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.27

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari