Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 SM/am

 

89. fundur                                                    

Ár 2020, fríggjadagin 12. juni, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.     1. viðgerð av tingmáli nr. 143/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 (Broytt heiti, stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, mótrokning í aðrari inntøku)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

2.     1. viðgerð av tingmáli nr. 144/2019: Uppskot til løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19

3.     1. viðgerð av tingmáli nr. 147/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

Tingmálini 144 og 147/2019 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina

4.     1. viðgerð av tingmáli nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

Málið varð beint í Vinnunevndina

5.     1. viðgerð av tingmáli nr. 148/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við COVID-19

Málið varð beint í Mentanarnevndina

6.     1. viðgerð av tingmáli nr. 145/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

7.     1. viðgerð av tingmáli nr. 146/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Rætting av yvirskriftum til talvur í skjali 1 og skjali 2)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

8.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 150/2019:  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum)

Hesir tingmenn viðmæla, at tingmálið kann leggjast fram sbrt § 54, stk. 2 í Tingskipanini: Christian Andreasen, Uni Rasmussen, Steffan Klein Poulsen, Edva Jacobsen, Rósa Samuelsen, Frimodt Rasmussen, Jaspur Langgaard, Magnus Rasmussen, Beinir Johannesen, Brandur Sandoy, Johan Dahl, Aksel V. Johannesen, Henrik Old, Ruth Vang, Hervør Pálsdóttir, Høgni Hoydal og Erhard Joensen.

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður mánadagin 15. juni 2020 kl. 14.30 við hesi dagsskrá:

1.     viðgerð av tingmáli nr. 150/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum)

2.     Svar uppá skrivligan fyrispurning frá Høgna Hoydal, tingmanni, viðvíkjandi kostnaði og mistum størvum í Føroyum av at peningastovnarnir fingu loyvi at flyta netbanka og peningaupplýsingarnar hjá føroyingum av landinum til Helga Abrahamsen, landsstýrismann

3.     Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 19.02

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari