Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/am

90. fundur                                                    

Ár 2020, mánadagin 15. juni, kl. 14.34, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.     1 viðgerð av tingmáli nr. 150/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum)

Málið varð beint í Vinnunevndina

2.     Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-7/2019: frá Høgna Hoydal, tingmanni, viðvíkjandi kostnaði og mistum størvum í Føroyum av at peningastovnarnir fingu loyvi at flyta netbanka og peningaupplýsingarnar hjá føroyingum av landinum til Helga Abrahamsen, landsstýrismann

Málið avgreitt

3.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 143/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 (Broytt heiti, stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, mótrokning í aðrari inntøku)

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður hósdagin 18. juni 2020 kl. 15.00 við hesi dagsskrá:

1.     Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.23   

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

 

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari