Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 Løgtingsins gerðabók

SM/am

93. fundur                                                    

Ár 2020, fríggjadagin 19. juni, kl. 11.04, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.     3 viðgerð av tingmáli nr. 140/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. Viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0
Málið avgreitt

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 143/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 (Broytt heiti, stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, mótrokning í aðrari inntøku)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

3.     3. viðgerð av tingmáli nr. 144/2019: Uppskot til løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

4.     3. viðgerð av tingmáli nr. 146/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Rætting av yvirskriftum til talvur í skjali 1 og skjali 2)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

5.     2. viðgerð av tingmáli nr. 148/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við COVID-19

Broytingaruppskot frá samdari Mentanarnevnd samtykt 25-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.     2. viðgerð av tingmáli nr. 150/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum)

Broytingaruppskot frá samdari Vinnunevnd samtykt 28-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.     1. viðgerð av tingmáli nr. 151/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020-2

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

8.     Framløga

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður fríggjadagin 19. juni 2020, kl. 16.00, við hesi dagsskrá:

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 148/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við COVID-19

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 150/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum)

3.     2. viðgerð av tingmáli nr. 145/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020

4.     Framløga

 

Fundur lokin kl. 15.20

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari