Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/am

94. fundur                                                    

Ár 2020, fríggjadagin 19. juni, kl. 16.12, varð tingfundur settur.

 

 

Til viðgerðar:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 148/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við COVID-19

Broytingaruppskot frá Beini Johannesen, Jóhannisi Joensen, Beintu Løwe Jacobsen, Bjarna Kárason Petersen, Heðini Zachariasen og Edvu Jacobsen samtykt 22-0-1
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, endaliga samtykt 24-0-0
Málið avgreitt


2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 150/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-1
Málið avgreitt


3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 145/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020

Uppskot frá Kristinu Háfoss um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-12
Broytingaruppskot frá minnilutanum í Fíggjarnevndini fall 10-0-13
Broytingaruppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini samtykt 13-9-1
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-6-1

4.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 151/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020-2, og at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 147/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður fríggjadagin 19. juni 2020, kl. 19.10, við hesi skrá:

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 145/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020

2.     2. viðgerð av tingmáli nr. 147/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

3.     2. viðgerð av tingmáli nr. 151/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020-2

4.     Framløga

 

Fundur lokin kl. 19.00

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari