Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 Løgtingsins gerðabók

SM/am

97. fundur                                                    

Ár 2020, mánadagin 22. juni, kl. 17.25, varð tingfundur settur.

 

Farloyvi

Skriv frá Jóhan Eli Poulsen dagfest 22. juni 2020, har biðið verður um farloyvi frá 23. juni 2020 til og við 30. juni 2020, og at næsti á lista Fólkafloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.

Næsti á lista Fólkafloksins er Rógvi Egilstoft Nielsen.

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Rógvi Egilstoft Nielsen tekur sæti á tingi.

 

Til viðgerðar:

 

Fundurin niðurlagdur kl. 17.27

Fundurin uppafturtikin kl. 21.09

Fundurin niðurlagdur kl. 21.10

Fundurin uppafturtikin kl. 23.57

 

1.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 141/2019: Uppskot til løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum,
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
142/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

 

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mikudagin 24. juni 2020, kl. 13.00, við hesi skrá:

1.     2. viðgerð av tingmáli nr. 142/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

2.     2. viðgerð av tingmáli nr. nr. 141/2019: Uppskot til løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum

3.     Framløga

 

Fundur lokin kl. 23.59

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari