Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 Løgtingsins gerðabók

SM/am

 

98. fundur 

 

Ár 2020, mikudagin, 24. juni, kl. 13.08, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.     2. viðgerð av tingmáli nr. 142/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

Broytingaruppskot frá Høgna Hoydal, tingmanni, fall 12-0-15
Broytingaruppskot frá minnilutanum í Vinnunevndini samtykt 15-0-12
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-0-12
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.     2. viðgerð av tingmáli nr. 141/2019: Uppskot til løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini samtykt 15-11-2
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-0-13
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Vinnunevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 26. juni 2020, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 142/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 141/2019: Uppskot til løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum

3.     Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

4.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 22.41

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari