Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 Løgtingsins gerðabók

BI/sm

 

2. fundur 

 

Ár 2020, mánadagin 3. august, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

 

 

Til viðgerðar: 

 

1.      Umrøða av frágreiðing løgmans 2020

Fundur niðurlagdur kl. 12.16
Fundur uppafturtikin kl. 12.46
Fundur niðurlagdur kl. 18.30
Fundur uppafturtikin 4. august kl. 10.00
Fundur niðurlagdur kl. 12.15
Fundur uppafturtikin kl. 12.45

2.      Val av 2 limum og 2 varalimum í Norðurlandaráðið

Vald vóru:
Jaspur Langgaard
Høgni Hoydal

Varalimir:
Johan Dahl
Aksel V. Johannesen

3.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 1/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og í løgtingslóg um val til Løgtingið (Valrætt til persónar, sum hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan, hjálp til atkvøðugreiðslu o.a.)
at Sirið Stenberg, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss, Beinta Løwe Jacobsen og Hervør Pálsdóttir, hava lagt fram tingmálini nr. 8/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum landslæknaembæti, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður),
nr. 2/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt ræði)
at Aksel V. Johannesen, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 3/2020: Uppskot til samtyktar um dagpening til stjórar í smáum feløgum
nr. 4/2020: Uppskot til samtyktar um at tryggja ókeypis og lætta atgongd til grundleggjandi bankatænastur
nr. 7/2020: Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna
nr. 5/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020
at Beinta Løwe Jacobsen, hevur lagt fram tingmál nr. 6/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-2

 



Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður lýstur á vanligan hátt.

 

 

Fundur lokin kl. 20.48

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari