Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm

 

10. fundur 

 

Ár 2020, hósdagin 3. september, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:  

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-2

Málið varð beint í Fìggjarnevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2020: Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna

Málið varð beint í Rættarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum landslæknaembæti, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður)

Málið varð beint í Uttanlandsnevndina

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jógvan á Lakjuni, vegna formansskapin, hevur lagt fram tingmál nr.16/2020: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2019

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður dagin 9. september, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2020: Uppskot til samtyktar um at byggja leigubústaðir á útoyggj
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2020: Uppskot til samtyktar um at hava fastan kommunulækna knýttan at ellis- og røktarheimum
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Nágreinan av § 119, stk. 1)
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 16.30

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari