Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

12. fundur 

 

Ár 2020, týsdagin 15. september, kl. 10.00, varð tingfundur settur. 

Til viðgerðar:   

1.      2. viðgerð av tingmáli nr.  1/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og í løgtingslóg um val til Løgtingið

Uppskotið samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð


Formaðurin las skriv frá Christiani Andreasen, Høgna Hoydal, Sirið Stenberg, Steffani Klein Poulsen, Ingilín D. Strøm og Frimodt Rasmussen, har heitt verður á Løgtingið um at geva frávik smbrt. § 85 í Tingskipanini frá tíðarfreistum, ið eftir eru í løgtingsmáli nr. 1/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og í løgtingslóg um val til Løgtingið

Samtykt 29-0-0



Tikið av skrá:

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2020: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir byggja 400 leigu-, luta-, og vardar íbúðir kring alt landið)

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir fíggja bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2020: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2019

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2020: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2019

6.      Framløga

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður týsdagin 15. september, kl. 11.28 við hesi dagsskrá:



1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og í løgtingslóg um val til Løgtingið

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2020: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir byggja 400 leigu-, luta-, og vardar íbúðir kring alt landið)

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir fíggja bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2020: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2019

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2020: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2019

7.      Framløga

 

Fundur lokin kl. 11.24

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari