Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm

 

13. fundur 

 

Ár 2020, týsdagin 15. september, kl. 11.28, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:  

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr.  1/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og í løgtingslóg um val til Løgtingið

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2020: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)

Málið varð beint í Vinnunevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir byggja 400 leigu-, luta-, og vardar íbúðir kring alt landið)

Málið vrð beint í Trivnaðarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir fíggja bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2020: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2019

Málið varð beint í Rættarnevndina

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2020: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2019

Málið varð beint í Uttanlandsnevndina

7.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður hevur lagt fram tingmál nr. 21/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.
at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 22/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður týsdagin 22. september, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.

2.      1. viðgerð av tingmál nr. 22/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)

3.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 19.15

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari