Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm

 

14. fundur 

 

Ár 2020, týsdagin 22. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:  

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.

Málið varð beint í Rættarnevndina

2.      1. viðgerð av tingmál nr. 22/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)

Málið varð beint í Vinnunevndina

 

3.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 23/2020: Uppskot til løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar og nr. 24/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)
at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 25/2020: Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi og nr. 26/2020: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Ajourføre sagsbehandlingsregler og borgernes rettigheder m.m.))
at Bjarni Hammer, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr.
27/2020: Uppskot til samtyktar um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur

Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi nr.
S-1/2020 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi ravmagnsviðurskiftum

 

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður hósdagin 24. september, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

1.      Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-1/2020 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi ravmagnsviðurskiftum

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2020: Uppskot til løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2020: Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2020: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Ajourføre sagsbehandlingsregler og borgernes rettigheder m.m.)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

6.      Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.00

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari