Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

15. fundur 

 

Ár 2020, hósdagin 24. september, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:  

 

1.      Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-1/2020 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi ravmagnsviðurskiftum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2020: Uppskot til løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

Fundur niðurlagdur kl. 12.14
Fundur uppafturtikin kl. 12.45

 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2020: Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2020: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Ajourføre sagsbehandlingsregler og borgernes rettigheder m.m.)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 28/2020: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse (Ændring af bestemmelsen om arbejdsmarkedstilknytning)
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 15/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
16/2020: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2019
14/2020:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Nágreinan av § 119, stk. 1)

 

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður týsdagin 29. september, kl. 13.00 við hesi dagsskrá:

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Nágreinan av § 119, stk. 1)

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2020: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2019

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2020: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse (Ændring af bestemmelsen om arbejdsmarkedstilknytning)
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2020: Uppskot til samtyktar um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

6.      Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.48

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari