Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm

 

16. fundur 

 

Ár 2020, týsdagin 29. september, kl. 13.00, varð tingfundur settur. 

Til viðgerðar:  

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)


Broytingaruppskot frá samdari Trivnaðarnevnd samtykt 26-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Nágreinan av § 119, stk. 1)

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2020: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2019

Uppskotið samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2020: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse (Ændring af bestemmelsen om arbejdsmarkedstilknytning)

Málið varð beint í Rættarnevndina

 

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 23/2020: Uppskot til løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar

Frávik:

Formaðurin las skriv frá Christiani Andreasen, Akseli Vilhelmson Johannesen, Ruth Vang, Johan Dahl, Sirið Stenberg og Bill Justinussen, har heitt verður á Løgtingið um at gera frávik sbrt. § 85 í Tingskipanini frá tíðarfreistum á teim viðgerðarstigum, ið eftir eru í løgtingsmáli nr. 23/2020: Uppskot til løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar

Samtykt (24-0-0)

 

Tikið av skrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2020: Uppskot til samtyktar um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður týsdagin 29. september, kl. 14.10 við hesi dagsskrá

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2020: Uppskot til løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar

2.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 14.07

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari