Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm

 

 

 

19. fundur  

 

Ár 2020, mikudagin 30. september, kl. 9.30, varð tingfundur settur. 

 

Til viðgerðar:   

 

1.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur lagt fram tingmálini nr. 29/2020: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2021 nr. 30/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020 og nr.
31/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)
at landsstýrismaðurin í
almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur lagt fram tingmálini nr. 31/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.), nr. 32/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Arbeiðsgevarapartur longdur), nr. 33 /2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a (Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón) og nr. 34/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Útsetan av javning)

 

at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, hevur lagt fram tingmál nr. 35/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leinging av rættinum til barsilspening, hækkan av barsilsgjaldinum og broyting viðvíkjandi kærunevndini) og nr. 36/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (fíggjarliga heimildin til at gera antikvariska serskipan í Koltri verður longd til 2025)

 

at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur lagt fram tingmál nr. 37/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (§ 6 um eftirbataheim verður strikað, hækkan av heilsutrygdargjaldið úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting av § 10 um hjálparráð)
Formaðurin boðaði frá at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 5/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020


 

Fundur niðurlagdur kl. 10.04
Fundur uppafturtikin kl. 11.09

 

2.      Ófráboðaðir fyrispurningar

 

 

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður týsdagin 6. oktober, kl. 10.00 við hesi dagsskrá

 

 

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Nágreinan av § 119, stk. 1)

 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2020: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2021

 

4.      Framløga

 

 

 

 

 

 

 

Fundur lokin kl. 12.11

 

 

 

 

 

Jógvan á Lakjuni

 

løgtingsformaður

 

 

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

 

skrivari