Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm

 

20. fundur 

 

Ár 2020, týsdagin 6. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Farloyvi:

Formaðurin las skriv frá Ruth Vang, dagfest 6. oktober 2020,
har biðið verður um farloyvi frá 6. oktober, og at næsi á lista Framsóknar tekur sæti á tingi. Næsti á lista Framsóknar er Hanna Jensen, ið áður hevur havt sæti á tingi.

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Hanna Jensen tekur sæti.

 

Til viðgerðar:  

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Nágreinan av § 119, stk. 1)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2020: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2021

Málið varð beint í Fíggjarnevndina



Fundur niðurlagdur kl. 12.11
Fundur uppafturtikin kl. 12.51
Fundur niðurlagdur kl. 18.47
Fundur uppafturtikin 7. oktober kl. 10.13
Fundur niðurlagdur kl. 12.32
Fundur uppafturtikin kl. 13.02

 

4.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur lagt fram tingmálini nr. 38/2020: Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Noregs Kongsríkis hinumegin og nr. 39/2020: Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Íslands hinumegin
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 6/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-2

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður hósdagin 8. oktober, kl. 11.00 við hesi dagsskrá

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Arbeiðsgevarapartur longdur)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr.33 /2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a (Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Útsetan av javning)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

6.      Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 18.23

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari